Full ferð á NSÍ og KÍ

Heidi Sevdal skoraði fimm mál í hesum umfarinum

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Tað er ikki so ofta, at KÍ ikki er ovast á støðutalvuni. Men soleiðis er tað nú. KÍ hevur eftir tvey umfør fulla úrtøku og málmunin 13 – 0. Men NSÍ hevur eisini fulla úrtøku, og málmunurin hjá NSÍ er 14 – 0.

 

Í dag vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B36. Tølini siga, at KÍ hevði seks royndir ímóti málinum hjá B36, meðan B36 hevði eina roynd á KÍ málið.

 

Miðvallarin Eyðvør Klakstein var eyðsýnd á KÍ liðnum, og tað var hon, sum tveir minuttir undan steðginum legði heimaliðið á odda. Uppleggið átti Tórun Højgaard Joensen.

 

Ein tími var farin, tá ið miðverjin Birita Ryan eftir hornaspark økti til 2-0, sum varð úrslitið.

 

Í gjár var NSÍ suðuri í Vági, og tað endaði við 11-0 sigri til gestirnar. Heidi Sevdal misnýtti brotsspark og skoraði fimm mál. Hon er toppskjútti og hevur longu skorað átta mál.

 

Í gjár vann 07 Vestur 5-2 á útivølli ímóti EBS/Skála, sum átti heimavøll undir Mýruhjalla á Skála. Margit Kwao og Lisa Haraldsen vóru tvímálaskjúttar, og Mona Poulsen skoraði eitt mál. Mona Poulsen hevur spælt 28 dystir í bestu deildini, og málið í gjár var nummar tvey hjá henni í bestu deildini.

 

Dysturin millum HB og Víking verður 10. mai.

 

HB hevur enn ongan dyst spælt. Dysturin í fyrsta umfari á útivølli ímóti HB er útettur til týskvøldið 26. apríl klokkan 19.

 

 

 

-

 

KÍ – B36 2-0 (1-0)

 

1-0: Eyðvør Klakstein 43.

 

2-0: Malena Olsen 61.

 

-

 

EBS/Skála – 07 Vestur 2-5 (2-3)

 

0-1: Margit Kwao 3.

 

0-2: Margit Kwao 4.

 

0-3: Mona Poulsen 14.

 

1-3: Sunnvá Fagradal 25.

 

2-3: Sunnvá Fagradal 45.

 

2-4: Lisa Haraldsen 53.

 

2-5: Lisa Haraldsen 73.

 

-

 

TB/FCS/Royn – NSÍ 0-11 (0-6)

 

0-1: Monika Samuelsen 8.

 

0-2: Heidi Sevdal 10.

 

0-3: Heidi Sevdal 17.

 

0-4: Monika Samuelsen 19.

 

0-5: Heidi Sevdal 23.

 

0-6: Heidi Sevdal 45.

 

0-7: Heidi Sevdal 55.

 

0-8: Mirjam Huneck 62.

 

0-9: Sara Lamhauge 80.

 

0-10: Rúna Olsen 82.

 

0-11: Sara Lamhauge 89.

 

-

 

NSÍ22001406
22001306
07 Vestur2101603
Víkingur1010221
B362011241
HB0000000
EBS/Skála1001250
TB/FSV/Royn20020220

 

 

 

Leygardagin 22. apríl

 

07 Vestur – TB/FCS/Royn

 

Sunnudagin 23. apríl

 

NSÍ – HB

 

Víkingur – KÍ

 

B36 – EBS/Skála

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo