Full semja um fíggjarlóg – nú er lagnan hjá Rigmor Dam á skránni

Við øllum teimum 33 atkvøðunum samtykti Løgtingið Løgtingsfíggjarlógina fyri 2019.

 

Nógv broytingaruppskot vóru frá andstøðuni, sum vórðu feld. Tá komið varð ígjøgnum allar atkvøðugreiðslurnar, og atkvøtt var um endaliga fíggjarlógaruppskotið, tóku øll tingfólk undir við uppskotinum.

 

Fyri løtu síðani fór Løgtingið undir at viðgera misálitisuppskot á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu. Tað eru formenninir í andstøðuflokkunum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrinum.

 

Viðgerðin av einum misálitisuppskoti kann vera drúgv, kann taka nógvar tímar, so tað kann gerast rættiliga seint, áðrenn Løgtingið tekur endaliga støðu, um Løgtingið hevur álit á Rigmor Dam – ella Løgtingið ikki hevur álit, og hon tí má fara úr starvi.