So hevur ein føroyskur fótbóltsleikari spælt ein dyst í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A. Og harvið er føroysk fótbóltssøga skrivað.
Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson var við frá dystarbyrjan á liðnum hjá Hellas Verona, og hann fekk fulla spælitíð í heimadystinum móti Pisa.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Sostatt var Andrias við til at halda málið reint í fyrsta dystinum hjá honum í deildini.
Frá Flashscore/Soccerstand fær Andrias tann næstbesta karakterin á liðnum hjá Hellas Verona. Flashscore/Soccerstand gevur honum karakterin 7,6 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin til leikararnar hjá Hellas Verona er 6,9.
Frá Sofascore er Andrias eisini í betra endanum. Frá Sofascore fær Andrias karakterin 7,2 (av 10 møguligum). Har er miðalkarakterurin til leikararnar hjá Hellas Verona 6,8.
Aftaná dystin í kvøld er Hellas Verona framvegis aftast í deildini, men nú við 15 stigum. Pisa hevur eisini 15 stig á næstaftasta plássinum.
##med2##












