Fullveldið lagt til viks

Landsstýrið hevur eftir samráðingarnar hóskvøldið gjørt av at sleppa fullveldisætlanini. Í staðin verður talan um eina stig- fyri-stig-ætlan

- Vit hava staðfest, at skipanin, sum vit hava arbeitt eftir, har suvereniteturin her og nú er ovasta málið, er ikki nakað, sum politiskt og innan tíðarkarmarnar førir á mál. Tí hava vit lagt ætlanina á hillina, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður við Útvarpið á middegi í gjár.

Løgmaður boðaði frá hesum beint eftir, at hann hevði verið á fundi í uttanlandsnevndini og greitt frá um samráðingarnar hóskvøldið. Uttanlandsnevndin varð somuleiðis kunnað um nýggju kósina, sum landsstýrið nú fer at stinga út í kortið.

Anfinn Kallsberg segði, at samgongan nú fer at royna aðrar møguleikar. Hann segði, at landsstýrið í staðin fyri at miða ímóti fullveldi her og nú fer at troyta møguleikarnar, sum liggja í heimastýrislógini. Samgongan fer at miða ímóti at avvikla blokkstuðulin og annars arbeiða fram ímóti suverena statinum.

Spurdur, hvussu langt áramál landsstýrið arbeiðir eftir í nýggju ætlanini, segði Annfinn Kallsberg, at tað kann hann ikki svara upp á nú.

Hóast landsstýrið fer at arbeiða við einari aðrari loysn, so er líkt til, at føroyingar kortini skulu til fólkaatkvøðu næsta ár. Anfinn Kallsberg segði við Útvarpið, at tað so verður hendan nýggja skipanin, sum føroyingar skulu taka støðu til á einari fólkaatkvøðu.

Løgmaður vísti ikki aftur, at talan kann gerast um at taka eitt nú Javnaðarflokkin við í arbeiðið at gera eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark.

- Skuldi hendan skipanin givið andstøðuni hug at koma við í arbeiðið, so er hon vælkomin, segði løgmaður.

Høgni Hoydal sigur seg ikki hava hoyrt, tað, sum Anfinn Kallsberg segði í útvarpinum. Tí vil hann ikki gera aðrar viðmerkingar enn, at landsstýrið enn arbeiðir víðari eftir teimum løgtingssamtyktum, ið fyriliggja í fullveldismálinum.

? Vit hava nøkur uppskot, ið skulu viðgerast í landsstýrinum, áðrenn eg vil greiða nærri frá, hvat tey snúgva seg um, sigur Høgni Hoydal.