Fullveldi og hugsjónir

Soleiðis sum tosað verður í dag millum fullveldisfólk, so er ongin onnur hugsjón til enn fullveldishugsjónin.

 

Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin

?????????????????????????????????


Soleiðis sum tosað verður í dag millum fullveldisfólk, so er ongin onnur hugsjón til enn fullveldishugsjónin. Hon er hin einasta rætta í hesi verð. Tann føroyingur, sum ikki er fullveldissinnaður, hevur onga hugsjón. Basta !!

Og nú er formaður Tjóðveldisfloksins farin undir eina roynd at afturvísa øðrum meiningum við heimagjørdum søgum um, hvussu sambandsfólk gleðast, tá tað gongur illa í hesum landi. Sambandsvongurin vil Føroyum og føroyingum onki gott, men hitt øvugta.

Orsøkin til søgurnar er helst tann, at myndin við meginpartinum av danska blokkinum inni á bók (tí her ber væl til at liva uttan blokk, alt gongur jú so væl), hongur ikki saman við myndini um illviljaðar danir, sum vilja taka blokkin burtur um 4 ár, og tí má finnast uppá nakað annað. Kanónirnar verða nú vendar móti sambandsvonginum, sum onki skilir, men bert hugsar um peningaflytingar, kontoavrit, rokniark og peningaoyðsl !

Tað, sum nívir landsstýrismannin er, at búskaparfrøðingar og roknskaparkøn fólk hava gjørt nakrar útrokningar fyri Sambandsflokkin, sum afturvísa tí, sum Høgni Hoydal annars hevur ført fram um framtíðarvánir Føroya. Tilfarið, sum hesi fólkini hava brúkt at rokna eftir, er m.a. úr Hvítubók og øðrum útrokningum og talvum, sum eru útflýggjað uttanlandsnevndini og nú almenn. Hesar nýggju útrokningar koma sjálvandi ikki fullveldisætlanunum so væl við, og tí er ágangur á Sambandsflokkin.

Men sambandshugsjónin er greið. Vit vilja liva í hesum landi, og her skal vera gott at vera fyri øll. Vit eru stolt fólk, og vit skulu greiða og gjalda tað sjálvi, sum vit orka at gjalda, men vit vilja ikki ofra vælferðina. Tey virði vit hava, skulu vit umsita væl. Møguleikarnir vit hava her í Norðuratlantshavi, skulu vit brúka skilagott. Vit kvetta ikki vinabond ella samstarvsbond bert fyri at prógva, at vit eru røsk, ella fyri at vísa umheiminum, at vit eru so einastandandi røsk og ófør.

Vit spæla ikki við framtíð føroyinga, og vit sleppa ikki teim rættindum vit hava.

Annars er at siga til greinina Tá ringt er gott ? og gott er ringt, sum landsstýrismaðurin vendir móti Sambandsflokkinum, at yvirskriftini kann eg taka undir við, tí eg leggi júst tað øvugta í hana og vendi henni aftur til Høgna, av tí at hon hóskar best til hansara egnu politisku hugsjón.