Fullveldis IOC-politikkur

Fimmarin mikudagin í farnu viku var sum eg væntaði merktur av nógvum fullveldis politikki.

Finnur Helmsdal royndi á sín diskreta hátt, men tá Sjúrður Skaale og Leivur Hansen fingu folda seg út, skein púrasta greitt ígjøgnum, hvat ætlanin var við hesi sending.
Ein nevndi um, hvussu skjótt "Jugoslavisku" landspartarnir fingu limaskap. Har haldi eg støðan var heilt ein onnur enn í Føroyum. Jugoslavia sindraðist av kríggi ? vónandi er tað ikki tann støðan fullveldisfólkið bíðar eftir.
Sum rættir fullveldismenn stardu teir seg fastan í "Chartrinum", sum vísti á "independant state". Tó hoyrdu vit Finn siga, at nøkur lond vóru komin við sum undantak.
Vil tað so ikki siga, at tulkingin av "independant state" er opin fyri, at vit eisini kunnu koma uppá tal sum limur í IOC? Jú ? tað vildi eg meint!
At endurtaka alla sendingina loysir seg ikki, men tá ÍSF-forsetin, sum talar søk ÍSF?s, t.v.s. søk hjá øllum ítróttarfeløgumnum og øllum Føroya ungdómi, sum íðkar ítrótt, verður lagdur undir at grugga hetta mál ístaðin fyri at arbeiða miðvíst móti limaskapi, so fara teir skeivir.
Tit fullveldisfólk eru tey, sum grugga málið og royna at spenna bein ? og útnytta hetta í loysingarstríðnum.

Hvat er hent?
Lat okkum hyggja at gomlu Olympisku nevndini í Føroyum.
At spyrja, hví gongd er komin á málið júst nú er í lagi, men so eigur eisini at verða spurt um, hvussu skipanin hevur koyrt frá byrjan til dagin í dag.
OL-nevndin hevur verið vald í samráð við ÍSF, men hevur arbeitt fullkomuliga uttanfyri stjórn íSF?s, t.v.s. at ÍSF bókstaviliga onki hevur havt at siga. Hesar nevndir hava passað seg sjálvar uttan at lata nakran kunna blanda seg. Ikki fyrr enn stjórnin eftir forsetaskiftið í IOC hevur endursæð møguleikan fyri at taka umsóknina fram aftur, er arbeiðið ment meira. Lagt er upp til lógarbroytingar og fann tann sitandi OL-nevndin útav at leggja frá sær.
Sjálvur kom eg inn í stjórn ÍSF?s í 1997 og havi eg fleiri ferðir spurt um arbeiðið í OL-nevndini o.s.fr., men har hevur verið púra deytt.
Tað er heilt greitt ? síðan starvsnevnd ÍSF?s tók yvir er gongd komin á av álvara.
Hvør sat í hesi síðstu nevnd, sum fekk so lítið av skafti?
Magni Arge var formaður og Finnur Helmsdal var nevndarlimur.
Eg ætli mær ikki at skíra nakað politiskt, men tá man sær hesi nøvn, kann man freistast at trúgva, at hugsanin eisini hevur verið politisk, men lat tað liggja.
Men hvat gjørdi henda nevnd?
Hóast fyrispurningar í stjórn ÍSF?s, havi eg tann dag í dag bert sæð ein faldara frá 1992 av tí arbeiði OL-nevndin hevur fram ? hvat annað hevur OL-nevndin framt?
Munurin í dag er tann, at innanhýsis í stjórn ÍSF?s er nógv hent, sum hvørki Finnur Helmsdal ella aðrir atfinnarar vita um. Nógv tilfar er lagt fram og viðgjørt, og fyrst nú vita vit nógv meiri í mun til áðrenn.
So til tykkum mótarbeiðandi fullveldissinnaðu ? latið vera at grugga málið.

Hví limaskpa í IOC?
Fyrst og fremst fyri at menna ítróttin her á landi.
Vit vita øll, at tað bert verða tey heilt fáu, sum nakrantíð koma so langt, at tey kunnu luttaka til OL.
Men hvat gevur tað øllum hinum ítróttarfólkunum?
Vit fara at fáa stuðul til menning og útbúgving innan ítróttin. Tað fer at geva okkum betri førleika til luttøku millum størri og sterkari lond. Hetta kastar so heilt avgjørt eisini av sær til øll, sum eru kring ta ítróttargreinina, sum fær luttøku og sum roynir at menna teirra ítrótt her á landi.
Henda stuðul fara vit so avgjørt at hava fyri neyðuni ? serliga um vit koma undir ólukku fullveldið.
Einasta vón er, at Mentamálastýrið ikki blandar seg her eisini, fyri at taka burtur av tí, sum ÍSF skavar inn til sínar limir, eins og gjørt varð við veddingarpengarnar.

OL-viðurkenning og fullveldi
Tað kann vera, at nógv ung hoyra til fullveldisveingin, men mín áheitan er: - halt politikk og ítrótt frá hvørjum øðrum.
Latið vera við at velja nakran fullveldisflokk bert fyri at fáa IOC-limaskap, tí tað er reinur galskapur.
Sjálvandi megna vit at fáa limaskap uttan fullveldi!
Latið vera við at hoppa uppá, at onkrar fullveldishetjur hava funnið ein "Charter", sum hevur nakað í sær, sum kanska kann krevja fullveldi.
Hvussu nógvir "chartrar" eru ikki?
Hvussu nógvar "Bi-Laws" eru ikki?
Hvussu nógv "Appendix" eru ikki?
Tað er har allir krókarnir eru, sum vit skulu leita í ? uttan fullveldi.