Fundast um deyða sild

- Fleiri fráboðanir um deyða sild á Breiðafirði hava verið seinastu dagarnar. Í hesum sambandi hava útgerðarmenn hitst á máli at umrøða støðuna. Hildið verður, at skipini royna á sera grunnum vatni og av tí koma nótirnar ofta í botn og skrædna. Tískil rennur sild út, hóast væl verður ansað eftir.

Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.

Lagt verður aftrat, at seinastu árini hevur meginparturin av íslendsku sildini havt vetrartilhald á sera avmarkaðum øki í Breiðafirði.

- Til dømis sóust meira enn 700.000 tons av sild við ekkoloddkanning við Kiðeyjarsund. Síðan smittan Ichtiophonus varð funnin í sildastovninum á heysti í 2008, eru staðfest fleiri hundraðtúsundtals tons av deyðari sild. Herundir eisini á Breiðafirði.

Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen leggur aftat, at útgerðarmenn hava tosað um í framtíðini at leggja seg eftir at ansað uppaftur betri eftir stovninum og umhvørvinum, har sildin heldur til.

- Neyvt samstarv millum skip frá ymsu reiðaríunum skal setast í verk til tess at náa hesum máli, skrivar heimasíðan.