Fundir hjá Ráðnum fyri brekað

Ráðið fyri brekað sendir í framtíðini út tíðindaskriv eftir, at ráðið hevur hildið fund. Hetta verður gjørt fyri at kunna almenningin um arbeiði og ætlanir hjá ráðnum.

Seinasti ráðsfundur varð hildin 27. februar í Klaksvík, har býráðsformaðurin Steinbjørn Jacobsen, ið eisini er ráðslimur, var vertur.

Vitjað var á bústovninum fyri børn og ung, sum eru autistar. Her fingu ráðslimirnir innlit í tað miðvísa arbeiðið, sum verður gjørt fyri at skapa eina góða tilveru við persónligari menning fyri búfólkið á hesum bústovni.

Ráðið fyri brekað vitjaði eisini teir nýggju og stásiligu bygningarnar við sambýli og íbúðum fyri eldri, sum í næstum lata dyrnar upp.

Norðoyingar kunnu saman við landsmyndugleikunum vera stoltir av hesum tiltaki. Í øðrum pørtum av landinum kunnu tey óivað fáa íblástur frá hesum búmøguleikum fyri eldri.

Gott var at síggja, at atkomumøguleikarnir til býráðshúsið, har fundurin varð hildin, vóru góðir, og at lyfta var til ovaru hæddirnar.

Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvørji høvuðsmál Ráðið fyri brekað skal arbeiða við í hesum árinum:

<sum$?$end$!$ Ráðið ger myndugleikarnar varar við spurningin um fyritíðarpensjón. Her verður serliga hugsað um trupulleikarnar hjá teimum, sum fáa lægstu pensjón<BR><sum$?$end$!$ Ráðið heitir á myndugleikarnar um at útvega møguleikar fyri fígging til ódyrar og góðar leigu- og eigaraíbúðir til fólk við breki. Hervið verður møguleiki teirra at skapa eina sjálvstøðuga tilveru øktur<BR><sum$?$end$!$ Ráðið tekur upp spurningin um, hvørt tað er rætt og gagnligt, at serlig lóg ella serligar reglur viðvíkjandi brekaðum umframt Fyrimyndarreglur ST´s skulu gerast í Føroyum. Við hesum verður hugsað um, at atlit til rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða viðgjørd í grundlógarhøpi<BR>
Harumframt fer Ráðið at fylgja tí framhaldandi arbeiðinum at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita, og arbeiðinum at smíða lóg um barnavernd, sum eisini hevur týdning fyri fólk við breki.

Sum evni til umhugsanar kann nevnast, at eisini hesuferð mátti tann ráðslimur, sum situr í koyristóli, sita eftir á bildekkinum, tá ið farið varð til Klaksvíkar! Tunnilin til Klaksvíkar verður ein fyrimunur, eisini fyri rørslutarnað.

Næsti fundurin hjá Ráðnum fyri brekað verður fríggjadagin 4. apríl í Vestmanna, har vit eisini fara at hyggja at, hvussu viðurskiftini eru hjá fólki við breki.