Fundur í ES: Ótolnast eftir handilsbanni móti Føroyum

Í hesi løtu situr Evropeiska Ráðharraráðið fyri landbúnað og fiskivinnu og fundast í Brússel. Írland, Frakland, Spania og Stórabretland krevja svar um handilsbann móti Føroyum fyri makrelin

Í hesi løtu situr Evropeiska Ráðharraráðið fyri landbúnað og fiskivinnu (Agrifish) og fundast í Brússel. Á dagsskránni stendur, at Ráðharraráðið krevur svar frá Evropakommisiónini um hvussu langt á leið komið er við handilsbanni fyri handfaringina av makrelstovninum.

 

 

Fundurin í Ráðharraráðnum fyri landbúnað og fiskivinnu byrjaði klokkan 9 føroyska tíð. Umframt at Litaviski formansskapurin skal greiða frá teirra virkisætlan fyri komandi hálvárið, har Litava hevur formansskapin í Ráðharraráðnum, verður eisini ein kunning fyri ráðharrunum um eitt nú handfaringina av makrelstovninum í Norðuratlantshavi.

 

 

Tað eru Írland, Stórabretland, Frakland og Spania, ið vilja hava eina kunning frá Evropakommisiónini um seinastu tingingarnar við Ísland og hvørjar ætlanirnar eru viðvíkjandi at seta í verk handilsbann móti Føroyum og Íslandi fyri okkara handfaring av makrelstovninum í Norðuratlantshavi.

 

 

Londini vísa á, at málið hevur verið fleiri ferðir uppi og vent á fundum í Ráðharraráðnum, og at lógarverkið fyri at kunna seta slík handilsbann í verk varð samtykt av Evroparáðnum og Evropatinginum í september 2012.

 

 

Kunningin um makrelstríðið við Føroyar og Ísland er síðsta punkt á dagsskránni.