Fundur í Klaksvík um eldraøkið

Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram

Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram.

 

– Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast. Tað skrivar Tign, sum skipar fyri almennum fundi í Ósáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið 30. september klokkan 19.30, har fleiri áhugaverdar framløgur vera at hoyra.

 

Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði, fer at leggja fram nøkur úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum:

·       hvat hevur týdning í einum gerandislívi

·       hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.

 

Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen,  leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at hava felags framløgu:

·       hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað verður yvirtikið

·       hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.

 

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at tosa um framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum: 

·       stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni

·       neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið

·       broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu

 

Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum

·       týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek

 

Eftir fundin er orðið frítt og ein drekkamuður verður eisini at fáa.