Almennur pallborðsfundur um ætlanirnar at gera nýggja miðnámsskúlaskipan verður klokkan 19.30 í morgin í Miðlahúsunum í Vágsbotni í Havn.
Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna, Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi, Jógvan á Lakjuni fyri Fólkaflokkin, Magni Laksáfoss fyri Sambandsflokkin, Kári á Rógvi fyri Sjálvstyrisflokking, umboð fyri Miðflokkin og Kári Jespersen fyri Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara.
- Øll við áhuga fyri miðnámsskúlaskipanini í Føroyum eru vælkomin, sigur Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, sum skipar fyri fundinum.