Funnið part av svarta kassanum

Tey, sum leita eftir vrakpettum av Air France-flogfarinum, ið datt niður í Atlantshavið tann 1. juni í 2009, hava nú funnið partar av svarta kassanum, sum var í flogfarinum. Útgerðin, sum goymir tað, sum hendi, og sum varð sagt í flogfarinum undan vanlukkuni, er tó ikki í teimum pørtunum, sum eru funnir, og tí heldur leitingin fram.

Øll tey 228, sum vóru í Airbus-320- flogfarinum úr Rio de Janeiro til París doyðu, tá flogfarið fór í havið. Nakrar dagar aftan á vanlukkuna funnu bjargingarlið nøkur lík og nøkur petti av flogfarinum, og fyrst í hesum mánaðinum funnu fjarstýrdir kavbátar fleiri vrakpetti á havbotninum. Tá vórðu eisini nøkur lík funnin.