Havstovan skrivar á heimasíðu síni, at
Talan var um hvalspýggju úr hópinum siphonophorum, sum er eitt gjøgnumskygt, gelekent djóraplankton.
Hesar hvalspýggjur eru trupular at taka sýni av fyri at staðfesta slagið, tí tær eru so viðbreknar. Men talan er allarhelst um slagið Apolemia uvaria, sum hevur fingið føroyska navnið Perlubandshvalspýggja” Siphonophorur gera langar, flótandi ketur á sjónum, og sjóvarstreymar ávirka, hvussu tær ferðast. Tað vóru júst sovorðnar ketur, sum flutu í vatnskorpuni.
Soleiðis síggja hesar hvalspýggjurnar út, tá tær flóta í vatnskorpuni (langi hvíti strongurin mitt á myndini).
Sum samstarvspartnari í granskingarverkætlanini GloBECC hjá Granskingarráðnum, undir leiðslu av Firum, skrásetir Havstovan hesa serligu eygleiðing. Ein partur av GloBECC verkætlanini er at fylgja við mongdini av hvalspýggju kring Føroyar, fyri at betra um okkara fatan av, hvussu tær ferðast millum økir við havstreymum; tað vil siga um pelagiskar hvalspýggjur verða førdar inn á føroyska landgrunnin ella ferðast longur norður móti Noregi. Hesar seinastu eygleiðingarnar benda á, at tað er neyðugt at styrkja eftirlitið inni á Landgrunninum. Tó vísa fyribils metingar frá flutningsmodellinum hjá Firum (FarCoast), at hesar hvalspýggjurnar møguliga verða førdar burtur frá føroyska økinum. Higartil finst ongin skráseting av hesi hvalspýggju inni á føroyska landgrunninum.
Apolemia uvaria, perlubandshvalspýggja, finst í høvunum kring allan heimin. Seinastu tvey árini eru fráboðanir komnar um vaksandi mongdir av hesi hvalspýggju í norskum sjóøki. Hetta vaksandi talið hevur skapt avbjóðingar fyri alivinnuna í Noregi. Hví talið er vaksið er óvist; tað kann hava samband við øktar mongdir av øðrum hvalspýggjum, sum eru føði hjá siphonophorum, ella við broytingar í útbreiðslu av vatnmassum.