Løgreglan í Argentina kom fram á 440 kilo av rúsevninum heroini, tá løgreglumenn rannsakaðu ein stuttleikabát í dag. Harumframt funnu løgreglumenninir fleiri vápn í bátinum.
Stuttleikabáturin, sum hevði amerikanskt flagg, lá í havnini í Buenos Aires í dag, og løgreglan hevði fingið eina ábending um, at rúsevni var umborð. Sagt verður, at tveir av manningini vóru rýmdir í land, áðrenn løgreglan kom umborð.
Argentinsku myndugleikarnir siga, at stuttleikabáturin var á veg til Evropa við rúsevninum, men noyddist inn, tí tann elektriska skipanin umborð var í ólagi.