Funnu olju og gass men ikki í stórum nøgdum

Boringin við markið, sum so stórur spenningur hevur verið um, er liðug. Olja og gass varð staðfest, men ikki í so stórum nøgdum, at tað kann sigast, at oljufundið, ið varð gjørt á føroyska landgrunninum í fjør, er lønandi. Til tess krevjast uppaftur fleiri boringar.

Oljuboring


Amerada Hess, Dong, Atlants Kolvetni, British Gas og Premier Oil fingu ikki tað burtur úr, sum tey høvdu vónað, nevniliga at fáa váttað, at oljufundið, sum varð gjørt í Marjunbrunninum í fjør, er lønandi. Tó hevur brunnurin, skilur Sosialurin frá óváttaðum keldum, givið nógvar nýggjar upplýsingar, sum kunnu brúkast í víðari kanningunum og boringunum, sum hava samband við Marjunfundið.

Boringin hevur tikið hálvan annan mánað. Mett varð ikki, at tað var rætt at fara undir eina testing, royndarframleiðslu í hesum brunninum. Eftir hvat skilst vilja oljufeløgini bíða við eini testing til farið verður undir at bora aðrar metingar- og avmarkingarbrunnar í økinum. Blaðið skilur, at úrslitið kann metast bæði positivt og negativt. Eingin hevði væntað, at man fór at staðfesta eitt lønandi fund við bert hesi eini metingarboringini. Til tess krevjast oftani fleiri boringar. Men staðfest vóru olja og gass og sum skilst serstakliga gass. Tó ikki í stórum nøgdum.

Sum skilst hevur boringin sett grá hár í høvdið á jarðfrøðingunum hjá oljufeløgunum, tí jarðfrøðin á botninum í brunninum líkist ikki tí vit kenna frá verandi feltunum Foinaven og Schiehallion ella tí fundinum, sum Amerada gjørdi á landgrunninum í fjør. Við øðrum orðum verður møguliga neyðugt enn einaferð heilt at endurskoða fatanina av økinum. Til tess krevjast fleiri seismiskar kanningar og nýggjar tulkingar. Sosialurin skilur eisini, at teoriin og metingin um, at talan kanska var um eitt samanhangandi oljufelt, sum gekk úr føroyskum øki inn á bretska landgrunnin, helst eisini kunnu vera misvísandi. Tað fáa vit tó heldur ikki váttað, tí oljufeløgini, sum hava borað, hava ongar upplýsingar latið út enn.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógvan negativan týdning boringin fær fyri alt økið. Hetta er so fimta boringin á Atlantsmótinum í slag, sum ikki hevur víst nakað lønandi fund, og tað er greitt, at tað kann peika tann skeiva vegin fyri oljufeløgini, sum alla tíðina líta íkring seg fyri at vita, hvar tey fáa mest burtur úr íløgunum. Men oljuleiting er eitt øki, sum krevur tíð og tol. Tað er einki óvanligt, at tað verða boraðir nógvir brunnar í einum nýggjum øki, áðrenn lønandi fund verða gjørd. Kelda sigur við blaðið, at úrslitið nýtist ikki at vera vánaligt, tí boringin skal skiljast sum ein partur av eini størri boriætlan fyri at fáa eitt puslispæl at ganga upp. Helst kunnu upplýsingar frá hesi boringini geva feløgunum eina betri ábending um, hvar tey skulu bora næstu ferð. Tað hevur annars ljóðað millum oljufeløg, at staðið borurin varð settur í hesaferð, var kanska ikki tað rætta. Tað er so eisini ein partur av leitiváðanum.

Amerada Hess fer nú at bora Cambo brunnin longur norðuri, skamt frá markinum. West Navion skuldi fara á nýggju leiðina í dag ella ein av fyrstu døgunum. Tann brunnurin kann eisini fáa týdning fyri leitingina og áhugan fyri føroyska landgrunninum, tí hann er so stutt frá markinum.

Tað er neyvan hugsandi, at Amerada Hess fer at bora nýggjan metingar- og avmarkingarbrunn í føroyskum ella bretskum øki í sambandi við fundið í fjør í bræði. Helst fer felagið nú at gera nýggjar kanningar, áðrenn avgerð verður tikin um fleiri avmarkingar- og metingarbrunnar, sum kosta upp í 150 mill kr. hvør. Møguliga verður næsta boringin hjá Hess og tvs. eisini tí føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum tann seinni leitingarbrunnurin feløgini hava bundið seg til á føroyskum øki, í 2004 - júst sum BP og Statoil. Hetta merkir, at tað við rættiliga vissu kann sigast, at tað bara verður ein brunnur boraður við Føroyar í 2003, tann hjá Agip.

Nú hava so BP, Statoil og Amerada Hess roynt seg av álvara á landgrunninum uttan at hava gjørt lønandi oljufund, tó at prógv eru funnin um eina virkna oljuskipan. Tað prógvaði eisini henda seinasta boringin hjá Hess. Men nú verður tað so italska oljufelagið Agip, sum skal royna seg - og hvør veit - kanska vera tað oljufelagið, sum ger fyrsta lønandi fundið á landgrunninum. Tann boringin skuldi verða í ár men varð útsett til í næsta orsakað av heldur óvæntaðu úrslitunum í fjør.

Sosialurin hevur roynt at fáa upplýsingarnar váttaðar ella avsannaðar hjá Amerada Hess í Føroyum. Ben Arbao, stjóri hevur onga viðmerking. Vil hvørki avsanna ella vátta nakað men vísir til eitt tíðindaskriv, sum kemur fríggjadagin.