Funnu skógvin í Norðoyatunlinum

Tað kom fram í Føroya Rætti í dag, at tað var ákærdi sjálvur, sum vísti politinum á blóðsporini í Norðoyatunlinum. Tað kom samstundis fram, at ein maður frá Landsverk fann ein skógv nærhendis har, sum blóðsporini vórðu funnin í Norðoyatunlinum.

Seinnapartin hevur Linda Hesselberg gjøgnumgingið flestu dna-prógvini sum vístu, at Piddi er dripin í sovikamari sínum, og at drápsvápnið eftir øllum at døma er ein steikipanna.

Øll seingjarklæðini manglaðu, men tey vóru øll funnin heima hjá ákærda, tá hansara hús vórðu rannsakað. Alt var ballað niður í eitt dýnubetrekk, dýna, koddi, lak og so steikipannan, sum var brotin soleiðis, at pannan var fyri seg og hondtakið fyri seg. Millumstykkið varð funnið í sovikamarinum hjá Pidda á Gerðisvegi.

Blóðslóðin var týðilig frá sovikamarinum, út í gongina, niður trappurnar og út í garaguna. Eisini fann politiið einar skógvar hjá ákærda, har blóðslóð var á.

Fleiri blóðspor vórðu eisini funnin í Skoda Fabia bilinum, sum fyrrverandi konan hjá Pidda eigur, men sum ákærdi brúkti. Sjálvur eigur hann ein Ford Mondeo, sum fyrrverandi kona Pidda koyrdi í.

Ákæruvaldið dekkar seg væl inn, tí teir hava eina prinsipala ákæru, men so hava teir eisini tríggjar subsiduerar ákærur, skuldi prinsipala ákæran ikki hildið.

33 ára gamli kroatin er ákærdur fyri seks forhold, har hann hevur svikað við visakortum, umframt ákæruna um dráp. Hann skal avhoyrast í morgin, men tað verður helst um svikið í fyrsta umfari og ikki um drápsákæruna. Mikudagin er frídagur hjá rættinum og nevningunum.