Á nýggju heimasíðuni www.flygradar.nu ber til at beinleiðis fylgja flogførum, sum eru í luftini í Norðurlondum og nærhendis. Atlantic Airways á veg til Føroya, sæst. Eisini fært tú at vita hæddina, ferðina og kósina hjá flogfarinum.
Hvat tað er fyri slag av flogfari, og hvat fyri flogfelag, sum er ávegis, er eisini upplýst.
Heimasíðan nýtir ikki radara, í staðin verða radiomóttakarar nýttir sum taka ímóti signalum frá flogførunum.
Vitjið heimasíðuna á www.flygradar.nu