Ætlanir at menna gasskeldur og byggja eitt nýtt infrakervi hinumegin markið fyri 40 milliardir krónur hevur eisini stóran áhuga í Føroyum -Vit fylgja sjálvandi við, hvat hendir hinumegin markið, og tað er greitt, at spurningarnir, sum hava verið frammi í miðlunum í seinastuni, har ein infrastrukturur til gassútbyggingar er eitt av uppskotunum, hava okkara stóra áhuga. Hetta sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Jarðfeingi í eini viðmerking til tíðindini um, at bretska stjórnin saman við fleiri stórum oljufeløgum, er í ferð við at leggja eina ætlan fyri framtíðar útbyggingar, sum er mett at kosta einar 40 mia. kr. Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at fyri framtíðar olju- og gassfund í Føroyum, er tað av alstórum týdningi, at tað longu finst ein útflutningsleið til gass. Hóast vit gera oljufund, so vil tað altíð vera gass til steðar eisini, og kunnu vit ikki sleppa av við gassið gjøgnum eina gassleiðingsskipan, so eru vit noydd til at spræna gassið niður aftur í undirgrundina, og tað kann hava nógvar útreiðslur við sær sigur Jarðfeingisstjórin og vísir á, at tað er ikki loyvt at koyra gassið út í luftina. Samanumtikið heldur Sigurð í Jákupsstovu, at ein útbygging í bretskum øki av infrakervi til m.a. gass bøtir um støðuna hjá okkum hyggja vit longur fram í tíðina. Á Jarðfeingi eru tey í løtuni við at fyrireika 3. útbjóðing á føroyskum øki. Men um somu tíð fylgja tey neyvt við, hvat hendir beint hinumegin markið.