Fylla skógvaeskjur til líðandi børn

Aftur í ár fer sunnudagsskúlin í samkomuni Lívdini at savna inn skógvaeskjur við gávum til líðandi børn úti í heimi. Í fjør vórðu túsundvís av slíkum skógvaeskjum sendar úr fleiri samkomum í Føroyum.

Ein skógvaeskja broytir neyvan heimin. Men hjá teimum 40 milliónum av børnum, sum hava fingið eina skógvaeskju síðani 1990, hevur hetta gjørt stóran mun í lívi teirra.
- Hjá hvørjum einasta barni, sum fær eina skógvaeskju í ár, verður hetta óivað besta jólagávan og kanska einasta gávan tey fáa, siga fyrireikararnir á heimasíðu teirra.
Tað er felagsskapurin Operation Christmas Child, ið stendur fyri tiltakinum at lata skógvaeskjur fyltar við gávum til fátøk børn. Hvørt ár verða umleið 7 mió. skógvaeskjur latnar børnum í 95 londum. Eskjur verða savnaðar av frívilligum fólki og felagsskapum í USA, Kanada, Australia, Stóra Bretlandi, Niðurlondum og eisini í Føroyum.
Gjøgnum samstarv við lokalar kirkjur og vælgerandi felagsskapir á staðnum, verða skógvaeskjurnar latnar børnum á sjúkrahúsum, barnaheimum, flóttalegum, býlum fyri heimleys og í fátækrabýlingum.
Gávurnar verða latnar treytaleyst til børn uttan mun til hvørji tjóð tey eru av, ella hvør politiska ella trúðarliga sannføring tey hava.
Eskjurnar verða latnar, tí tað er jól. Har møguleiki er fyri tí, verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur fortelur um veruligu orsøkina til hví vit halda jól at Jesus varð føddur, sigur sunnudagsskúlin í Lívdini.
Ein kunnandi fundur um hetta stóra tiltak verður í Hoyvíkar Skúla týskvøldið 13. september.