Tað upplýsa embætismenn sambært AFP.
Trý eru deyð í Kyiv ella økinum kring ukrainska høvuðsstaðin. Ein persónur er deyður stórbýnum Kharkiv, sum er í landnyrðingspartinum av landinum.
Umleið 250.000 hava ongan streym í Kyiv og økinum kring býin, upplýsir orkufelagið Ukrenergo.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, upplýsir sambært tíðindastovuni Reuters, at 92 fólk eru særd í álopunum.