Fýra fólk eru staðfest deyð, og trý eru álvarsliga løstað í einari tyrluvanlukku í nærindis avstralska býnum, Gold Coast, í dag.
Hendingin fór fram, tá tvær tyrlur bóru við hvørja aðra.
The Guardian veit at siga, at sjúkraflutningstænastan í økinum hevur tikið sær av í minsta lagi 13 fólkum eftir álvarsligu vanlukkuna.
Associated Press í Avstralia veit at siga, at tann eina tyrlan endaði á sjónum.
Løgreglan í økinum sigur, at tann eina tyrlan megnaði at lenda nærindis stuttleikaparkini, Sea World, eftir samanstoytin.
Seinastu upplýsingarnir siga sambært løgregluni, at vanlukkan hendi klokkan 14, lokala tíð, og at tyrlurnar bóru við hvørja aðra.