Fýra føroyskir bólkar á festival í Onglandi

Hetta fer tónleikavinnan í Evropa at leggja merki til

Ovast frá vinstru eru tey Marius Ziska, Joe & Shitboys, niðast vinstrumegin eru tað Kóboykex og síðani Brimheim

Tað er nú greitt, at fýra tónleikabólkar úr Føroyum verða við á Great Escape festivalinum í Brighton í Onglandi nú í mai. Hetta fer tónleikavinnan í øllum Europa at leggja merki til, sigur Glenn Larsen, leiðari í Faroese Music Export, í einum tíðindaskrivi.

Á festivalinum er nýggjur tónleikur og hann dregur fólk úr tónleikavinnuni í øllum Europa og aðrastaðni í heiminum til sín.

 

Hetta kann verða ein rættilig lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum – og ikki minst er tað ein gyltur møguleiki at vísa seg fram fyri tónleikafyriskiparum.

 

Í tí stóra skaranum at tónlistafólkum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag´n´bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.

Tey fýra føroysku tónlistafólkini, sum eru við her, eru Joe & the Shitboys, Marius Ziska, Kóboykex og Brimheim.

 

Tey fara øll at hava í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Ovast frá vinstru eru tey Marius Ziska, Joe & Shitboys, niðast vinstrumegin eru tað Kóboykex og síðani Brimheim