Fýra heiðursmerki í DM fyri ung

Trý silvumerki og eitt bronsumerki varð úrtøkan hjá teimum ungu íðkarunum í frælsum ítrótti, sum luttóku í DM fyri ung farna vikuskifti.

Trý silvumerki og eitt bronsumerki varð úrtøkan hjá teimum ungu íðkarunum í frælsum ítrótti, sum luttóku í DM fyri ung farna vikuskifti.

 

Sum ikki einaferð var tað Rebekka Fuglø, sum vann flest heiðursmerki. Vónirnar til hana vóru heldur lægri hesaferð, av tí at hon hevur verið darvað av skaða ein stóran part av vetrinum, men tað eydnaðist henni tó kortini at røkka oyggjaleikakravinum á bæði 800 og 1500-metra teininum. Tíðirnar vóru nkað undir hennara egnu persónligu metum, men góðar nokk til eitt bronsumerki á 800 metrum og eitt silvurmerki á 1500 metrum.

 

Tórur Mortensen vann silvur í trýstøkki. Hann megnaði tó akkurát ikki at náa oyggjaleikakravið, har restaðu 19 sentimetrar í. Í longdarlopi hepnaðist ikki so væl hjá Tóri. Besta lopið var væl undir hansara egna meti, og helt einans til eitt sjeynda pláss.

 

Satt drama var á 800metra teininum hjá dreingjum 18-19 ár. Tá kappingin var av, vóru bæði nummar tvey og trý kolldømdir fyri at troðka og skumpa og úrslitið var, at Steingrímur Hallson vann silvurmerki, meðan Teitur Bjarnastein gjørdist nummar fýra. 

 

Her eru øll úrslitini hjá føroysku íðkarunum.

FØROYSKU ÚRSLITINI:

  • G20-22 Rebekka Fuglø 800 m, 2.15,81 (nummar 3 av 4)
  • G20-22 Rebekka Fuglø 1.500 m, 4.52,92 (2/3)
  • G16-17 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 200 m 28,10 (14/15)
  • G16-17 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 400 m 62,94 (5/10)
  • G14-15 Oddvør Josephsen 800 m 2.24,35 (5/17)
  • G14-15 Oddvør Josephsen 1.500 m 5.01,41 (4/16)
  • D18-19 Steingrímur Hallsson 400 m 54,74 (4/8)
  • D18-19 Teitur Bjarnastein 400 m 56,79 (7/8)
  • D18-19 Steingrímur Hallsson 800 m 2.11,36 (2/6)
  • D18-19 Teitur Bjarnastein 800 m 2.13,34 (4/6)
  • D16-17 Tórur Mortensen, longdarlop 6,04 (7/13)
  • D16-17 Tórur Mortensen, trístøkk 13.11 (2/6)
  • D16-17 Niklas Kruse 400 m 56,28 (7/7), persónligt met
  • D14-15 Steintór Egholm 200 m 25,38 (4/14)

 

Heimasíðan hjá Frælsur Ítróttur Føroyar, fif.fo, er kelda til hesa greinina. Síðan verður javnan dagførd við tí nýggjasta, ið rørir seg innan frælsan ítrótt í Føroyum. 

 

Fleiri myndir eru á síggja á fif.fo og á treysti.fo.