Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B68

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum EB/Streym og B68

Savnsmynd

EB/Streymur og B68 hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Dysturin við Margáir endaði við javnleiki, meðan liðini vunnu hvør sín dyst á Svangaskarði.

 

Sostatt gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til EB/Streym, og fýra stig til B68.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 5-4 til EB/Streym. 

 

EB/Streymur-B68 1-1 (0-1) - 17. mars

 

0-1 Viliam Emil Klein (27.)

 

1-1 Tóki Johannesen (56.) 

 

B68-EB/Streymur 2-0 (1-0) - 1. juni

 

1-0 Viliam Emil Klein (38.)

 

2-0 Viliam Emil Klein (69.)

 

B68-EB/Streymur 1-4 (1-2) - 20. oktober

 

0-1 Boubacar Dabo (14.)

 

0-2 Emil Weihe Joensen (41.)

 

1-2 Hanus Højgaard (42.)

 

1-3 Virgar Jónsson (86.)

 

1-4 Virgar Jónsson (90.+)

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Savnsmynd