Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar gulllaks, nú gulllaksavertíðin av álvara fer at halla.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í morgun.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru til fiskiskap.
- Annar er á Íslandsrygginum og hin, sum er havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka.
Lagt verður aftrat, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.
- Ein trolari er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Fýra av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski.
- Væntandi koma allir inn at landa í vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva og hava góðan fiskiskap, og tey koma væntandi øll inn at landa í vikuni.