ES-lond siga ja til lóggávu um móttøkustøðir uttan fyri ES

ES kann vera á veg at lata upp móttøkustøðir fyri friðskjólsøkjarum uttan fyri ES. Í dag søgdu ES-londini ja.

(Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)

ES-londini samtyktu í dag lóggávu, sum letur upp móttøkumiðstøðir uttan fyri ES.

Hetta hendi á fundi hjá ráðharrunum í ES-londunum við ábyrgd av innanríkismálum.

– Hetta hevur verið ein høvuðsprioritetur hjá okkara ES-formansskapi. Í Danmark hava vit í mong ár havt ynski um at skapa eina grundleggjandi nýggja asylskipan í Evropa, sigur Rasmus Stoklund, sum er danskur integratiónsráðharri .

Hann heldur, at tey tingini, sum ES-londini skulu taka til sín í dag, eru "ógvuliga týdningarmikil" fyri at stýra tilflytingini, so tað eru "evropisku fólkaræðini og fólkið", sum gera av, hvør kemur til Evropa.

- Í dag eru tað menniskjasmuglarar, sum stýra atgongdini til Evropa. Nógv av teimum, sum royna at koma higar, drukna á leiðini. Og harumframt eru heimsins fátækastu forðað í at koma hagar, sigur Rasmus Stoklund.

Nú skal avtalan samráðast upp á pláss við ES-tingið, áðrenn hon kann umsetast til lóggávu.

Tá noyðast kanska ES-londini at byrja í smáum bólkum fyri at finna lond uttan fyri ES, sum eru sinnað at hýsa móttøkumiðstøðum.

Síðani kunnu friðskjólsøkjarar flytast til hesar, meðan teirra umsókn um friðskjól í ES verður viðgjørd.

 

/Ritzau/

 

 

(Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)