Per á Sýnini siglir við Bakkanesi í Skotlandi

- Mær dámar væl skiftið við fimm vikum umborð og fimm í landi, tí tá fært tú stundir til at seta kuffertið frá tær, áðrenn tú fert avstað aftur, sigur Per á Sýnini

Hann hevur verið við veitingarskipinum, Bakkanesi, síðan skipið fór í vinnu fyri Bakkafrost í Skotlandi. Almenna móttøkan fyri skipinum var á Glyvrum leygardagin hin 18. september í 2021.

 

Bakkanes, sum er 73,4 metrar langur og 16,6 metrar breiður, hevði áður verið veitingarskip í norsku frálandavinnuni, og skipið er systurskip til Martin, sum Bakkafrost keypti í 2016. 

 

Eftir móttøkuna á Glyvrum fór skipið í vinnu sum tænastuskip í alivinnuni hjá Bakkafrost í Skotlandi og millum teir, sum høvdu fingið kjans við skipinum, var Per á Sýnini í Saltangará.

 

- Nú eg eri 53 ára gamal, passar tað mær væl at hava eitt slíkt arbeiði, sum eg havi í dag. Hetta er gott sjólív, og eg havi sum er ongar ætlanir um at sleppa kjansinum við Bakkanesi, sigur Per á Sýnini.

 

Brosandi heldur hann fyri, at skiftið við fimm vikum umborð og fimm í landi passar honum væl, tí tá fært tú stundir til at seta kuffertið frá tær, áðrenn tú fert avstað aftur.

 

##med2##

 

Hann hevur siglt og verið sjómaður, síðan hann fór sín fyrsta túr við gamla Kuba-trolaranum, Munki, eftir loknan fólkaskúla. Per er eisini ein av sýsluformonnunum í Føroya Fiskimannafelag.

 

- Men, nú landsfundur felagsins verður í Løkshøll hin 27. desember, og nevndarlimirnir hesaferð verða valdir á sjálvum landsfundinum, verið eg ikki heima, men eg havi boðað frá, at eg stilli uppaftur.

 

Um arbeiðið hjá Føroya Fiskimannafelag, sigur maðurin, sum hevur sitið í stjórn felagsins seinastu seks árini, soleiðis:

 

- Tað er ikki altíð, at vit røkka tí í samráðingum, sum vit kundu hugsað okkum og sum farið verður eftir, men eg eri sannførdur um, at okkara arbeiði í felagnum er ikki til fánýtis, sigur Per á Sýnini.

 

Lesið eina størri samrøðu við hin 53 ára gamla í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum.

 

 

 

Myndin er tikin, tá móttøka var fyri Bakkanesi á Glyvrum hin 18. september í 2021