Fyri 10 árum síðani: Blóðdálkaðir á ráðstevnu

Nakrar hendingar um hendan dagin, 16. juli í 2003, sambært Sosialinum:

Afturhvarv: – Føroyingar eru vilmenn, og nógva kyksilvurið í kroppinum ger, at teir ikki hava sálarligt yvirskot til at steðga grindadrápi.

 

Hetta varð borið fram á eini stórari altjóða ráðstevnu fyri læknar í USA herfyri, skrivaði Sosialurin hendan dagin, 16. juli í 2003. Kate Sandersson, fulltrúi á uttanríkisdeildini, var skelkað og vildi hava føroyskar læknar at gera vart við seg.

 

Vágatunnil trupulleikar

Í sama blað ger stjórin í Vágatunlinum, Dávur Reinert Hansen, vart við, at tolið nú er uppi. Hann sigur soleiðis við Sosialin:

 

– Enn hevur gjaldskipanin, sum P/F Vágatunnilin keypti frá norska felagnum Q-free, ikki hildið eitt døgn uttan at ganga fyri. Norska gjaldskipanin riggar ikki saman við donsku PBS skipanini, men nú má okkurt gerast.

 

Alivinna í kreppu

Stuðul til alivinnuna er eisini stóra málið um hetta mundið fyri 10 árum árum síðani, og politikarar kappast um at gera vart við seg, summir fyri og summir ímóti at tað almenna skal veita alivinnuni stuðul. Í dag er trupulleikin kanska tann øvugti, hvussu alivinnan kann veita tí almenna stuðul...

 

Kundin gjalda Televarp

Onnur mál á breddanum hendan dagin eru eitt nú Televarpið. Blaðið skrivar, at fleiri brúkarar hava ringt til Sosialin og biðið okkum skrivað um trupulleikar við televarpinum. Tað vísir seg, at hóast hyggjarin í byrjanini fekk at vita, at vanliga UHF-antennan var nóg góð til Televarpið, skal kundin sjálvur gjalda fyri møguligar umvælingar ella nýggja antennu.

 

Eisini verður skrivað um G! festivalin, sum verður fyrireikaður, um Tórshavnar kommunu, har bíðilistarnir til barnaansing skulu verða burtur í 2005, um súkklukappingina Statoil Kring Føroyar áttanda árið á rað, um parkeringsviðurskifti við flogvøllin, sum nú verða skipað og um Articon, sum skal byggja samferðsluhavn í Suðuroy.