Fyri 10. ferð í søguni hevur danska manslandsliðið í fótbólti vunnið seg í EM-endaspælið.
Danmark vann í kvøld 2-1 á Slovenia í Parkini aftaná eitt gott avrik og ein uppibornan sigur, har einasta skeinan var, at teir ikki gagnnýttu fleiri málmøguleikar.
Joakim Mæhle legði Danmark á odda tá 26 minuttir vóru leiktir, men fýra minuttir seinni eydnaðist tað Erik Janza at javna til 1-1.
Thomas Delanay skoraði sigursmálið tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Slovenia megnaði ongantíð veruliga at trýsta Danmark, og so kundu donsku leikararnir stórfegnast saman við stóru áskoðarafjøldini um at hava vunnið seg í enn eitt endaspæl.
Í sama bólki, bólki H vann Kasakstan 3-1 (1-0) á San Marino á heimavølli, og Finnland vann 4-0 (1-0) á Norðurírlandi á heimavølli.
Aftaná øll liðini hava spælt níggju dystir er støðan, at Danmark er fremst við 22 stigum, Slovenia er nummar tvey við 19 stigum, Kasakstan er nummar trý við 18 stigum, og Finnland er nummar fýra við 15 stigum. Norðurírland hevur seks stig og San Marino hevur einki stig.
Mánakvøldið spælir Danmark móti Norðurírlandi í Belfast, Slovenia tekur móti Kasakstan í einum alt avgerandi dysti um at sleppa til EM-endaspælið. Sama kvøld tekur San Marino móti Finnlandi.
Danmark vann EM í 1992, og teir vunnu seg í hálvfinaluna í 1964, 1984 og í 2020 (ið var spælt í 2021).