Fyri aðru ferð rýkur Danmark úr HM í bólkaspælinum

Danmark er ikki longur við í HM kappingini eftir 0-1 tað ímóti Avstralia.

 

Danmark reyk úr HM í Qatar eftir 0-1 tap ímóti Avstralia. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Eftir dagsins 0-1 tap ímóti Avstralia er Danmark ikki við í kappingini um HM í Qatar eftir innleiðandi bólkaspælið. Soleiðis hevur tað gingið Danmark í seinastu seks HM kappingum:

* 1986: Danmark vann innleiðandi bólkin. Reyk út í ottandapartsfinaluni eftir 1-5 tap ímóti Spania.

* 1998: Danmark gjørdist nummar tvey í innleiðandi bólkinum. Fór úr í fjórðingsfinaluni efti 2-3 tað ímóti Brasilia.

* 2002: Danmark vann innleiðandi bólkaspælið. Fór úr kappingini í ottandapartsfinaluni eftir 0-3 tað ímóti Onglandi.

* 2010: Danmark gjørdist nummar trý í innleiðandi bólkinum.

* 2018: Danmark gjørdist nummar tvey í innleiðandi bólkinum. Fór úr kappingini í ottandapartsfinaluni eftir tað ímóti Kroatia í brotssparkskapping.

* 2022: Danmark gjørdist nummar fýri í innleiðandi bólkaspælinum.

/ritzau/

 

 

 

Danmark reyk úr HM í Qatar eftir 0-1 tap ímóti Avstralia. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix