“Fyri Barnsins Besta”

Námsfrøði er treyt fyri góðum dagstovnum

 

Tíðindaskriv 

Í samband við at áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevði 5 ára føðingardag tann 11. juni í ár,  verður skipa fyri einum almennum pallborðsfundi mikudagin 25.septembur. kl. 19.00 í Smæruni, Tórshavn.

Í februar 2023 handaði Dagstovnaráði tilmæli “Fyri barnsins besta”  til Landstýrismannin í Barna - og útbúgvingarmálum og til Kommunufelagið. Í tilmælinum eru 15 tilmæli um hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnaøkinum. 

Tilmæli er býtt í fýra høvuðsøkir: 

A.    Børn hava rætt til

B.    Útbúgving

C.    Nøktandi arbeiðsumstøður

D.    Menningareind fyri dagstovnar 

Tilmælið kann lesast her: www.bumr.fo/fo/kunning/alit/fyri-barnsins-besta-tilmaeli-fra-dagstovnaradnum-2023

Á pallborðsfundinum verður sjóneykan sett á tríggjar tættir, Trý viðurskifti, sum eiga at vera raðfest ovast, tá talan er um at fáa meira námsfrøði á dagstovnaøkið. 

1. Hóskandi starvsfólkorka og stødd á barnabólkum - tilmæli 02

2. Krøv til innandura og uttandura viðurskiftir - tilmæli 03

3. Tíð til námsfrøðiligu uppgávurnar - tilmæli 11

Við pallborði sita: 

Djóni Nolsøe Joensen, Landstýrismaður í Barna - og útbúgvingarmálum

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu 

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu 

Óluva Zachariassen er orðstýrari á fundinum. 

Hetta er ein almennur pallborðsfundur, har øll sum hava áhuga fyri menning av dagstovnanámsfrøðini í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin. 

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”

Elin N W Tausen, forkvinna

Jóna Guttesen, kassameistari

Ingerð Andreassen, skrivari

Edda Hjartvarsdóttir

Ingilín Berg