Eitt størri lágtrýstsøki liggur fyrst nærum í stað nærindis Føroyum, men sunnudagin fer tað í ein landnyrðing norðan.
Í dag er lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Í nátt makar hannn vindin niður í fleyr til gul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Seinnapartin yvirhøvur skýggjað og nógvastaðni regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður fleyr til gul av suðri ella ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólin sær í løtum, tó verður okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.
Sunnudagin og mánadagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s, mánadagin fyri tað mesta av útnyrðingi, seinni vestri. Í løtum verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Æl av og á, men eisini sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.