Í sambandi við aðalfundin hjá Føroya felag móti krabbameini hósdagin 12. apríl í Listaskálanum verða almennir fyrilestrar um etikk. Fyrilestrarnir byrja klokkan 19.00.
Tosað hevur í nógv ár verið um, hvørjar etiskar leiðreglur eiga at verða galdandi, tá ið tað ræður um viðgerð og røkt av sjúklingum.
At seta hol á hetta kjakið í krabbameinshøpi fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Síðan fer Maria Aakre, leiðari í etiska ráðnum hjá norska sjúkrarøktarfrøðifelagnum at halda fyrilestur um etiska tvídráttin, tá ið tað ræður um krabbamein og deyða. Fyrilesturin kallar hon: Den etiske fordring (eller etiske dilemma) i møtet med kræft og død. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á St. Olavs Hospitali í Tróndheimi í nógv ár hevur Maria Aakre gjørt vart við seg í spurninginum um etikk og etiskar leiðreglur í heilsuverkinum, eisini innan krabbameinsøkið.
- Øll eru vælkomin, heilsar Føroya Felag Móti Krabbameini.