Finn Verner Jensen professari á Ålborg Universiteti heldur fyrilestur um
Normativar skipanir til atgerðarstuðul
á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni mikudagin 4. november kl. 15.
Telduskipanir verða brúktar til at stuðla undir avgerðum, sum serfrøðingar taka, t.d. í leiting eftir breki í eini framleiðsluskipan, og í eini diagnosu- ella viðgerðarstøðu. Tílíkar skipanir til avgerðarstuðul eru serliga gjørdar til at hjálpa, tá ið serfrøðingurin skal taka avgerð við støði í metingum og íbornum óvissum.
Til at gera normativar skipanir til avgerðarstuðul verður brúkt eitt grafiskt modell av viðurskiftunum, og grundað á ítøkiligar upplýsingar eru gjørdar nakrar algoritmur til at rokna ta mest trúligu diagnosuna ella ta skilabestu avgerðina. Algoritmurnar byggja á klassiskt sannlíkindastøði og eina nyttugrundaða avgerðarlæru.