Í vetur hevur Giktafelag Føroyatvey tiltøk á skránni. Tann 22. september kl 19 verður skipað fyri einum fyrilestri við danska serlæknanum Karsten Asmussen. Fyrilesturin verður í MBF húsinum á Ìslandsvegi 10c. Hann fer at greiða frá ymsum giktsjúkum og viðgerðarhættum. Felagið vónar, at nógvir limir møta til hetta tiltak.
Tað næsta verður árligi vikuskiftistúrurin hjá felagnum. Vikuskiftið 15. og 16 oktober verður skipað fyri árliga túrinum, har limir í Giktafelagnum møtast til gamans og álvara. Vikuskiftið byrjar leygardagin 15. oktober kl. 11, tá øll møta á Gjáargarði. À skránni henda dagin eru smáir fyrilestrar um alternativa viðgerð, og um viðgerðarmøguleikan í Føroyum. Um kvøldið verður døgurði, undirhald og felagssangur.
Sunnudagin 16. oktober verður Turkalands túrurin umrøddur og eftirmettur.
Limir í Giktafelagnum gjørdu á páskum ein túr saman til Turkalands, har tey keyptu sær eitt viðgerðaruppihald á kenda viðgerðarstaðnum Balcova.
Hetta høvið er gott at eftirmeta um nyttuna av viðgerðini, og um hetta skal endurtakast aftur eina aðru ferð.