Fyrilestur um hetlendskan fiskiskap undir Føroyum

Í dag klokkan 15 fer John Goodlad, sum í mong ár hevur starvast í hetlendska fiskiídnaðinum, at halda fyrilestur um hetlendskan fiskiskap undir Føroyum.

John Goodlad hevur skrivað bók um hetlendska toskafiskiskapin við Føroyar. Í fyrilestrinum fer hann at viðgera sambandið millum hetlendskar fiskimenn og føroyska samfelagið í tíðarskeiðinum 1850-1909.

– John Goodlad kann sigast at vera føroyavinur burturav. Hann kom higar sum blaðungur lesandi. Tá kom hann í samband við fiskimannafelagið. Hann gjørdist eisini leiðari í hetlendska fiskimannafelagnum, og var her samstarv í mong ár, sigur Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum.

John Goodlad kemur eisini higar í samband við sína gransking av sambandinum millum Føroyar og hetlendskar fiskimenn.

Fyrilesturin verður í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddin, í dag 18. mars klokkan 15.00.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Óli Jacobsen..