Fríggjadagin og leygardagin verða tveir viðkomandi fyrilestrar í Fylking á Tvøroyri. Felagsskapurin Agape skipar fyri.
Tað er danski psykoterapeuturin Gunhild Åen Madsen sum fer at halda fyrilestrarnar, ið snúgva seg um sorg og um samskifti.
Fyrri fyrilesturin verður fríggjakvøldið kl. 19 og er um, tá sorgin rakar onkran, og hvussu tey í nánd av viðkomandi kunnu vera nær hjá
Seinni fyrilesturin, ið verður leygardagin kl. 16, og er um, hvussu ein samskiftir og hvønn týdning tað hevur at samskifta hvør við annan.
Tiltakið er ókeypis, men tað er møguleiki at lata eina gávu til Agape.