Fyrimunur við at spæla í 1. deild

KÍ er fyri fyrstu ferð flutt niður í næstbestu fótbóltsdeildina. Men fyri at ugga klaksvíkingar eitt sindur hava vit gjørt eina lista fyri nøkrum fyrimunum við at spæla í 1. deild

1) Størri møguleiki fyri at vinna dystir.


2) Tá mann tapir, er tað ein fyrimunur, at fjølmiðlarnir gera lítið burtur úr 1. deild.


3) Færri fólk síggja, tá liðið spælir illa.


4) VB/Sumba spælir í Vodafone-deildini.


5) Liðið verður helst í ovaru hálvu av stigatalvuni.


6) Spælararnir hava góðan kjans at sleppa á landsliðið hjá Brian Kerr.


7) KÍ hevur vunnið 1. deild 17 ferðir – so hví ikki einaferð afturat.


8. KÍ verður nú favorittur ímóti HB, Víkingi, B68 og NSÍ.


9. Mennirnir hjá KÍ hava nú kjans at vinna líka nógvar dystir sum kvinnurnar.


10. KÍ sleppur at spæla ímóti FC Hoyvík á Niðara Vølli í Havn. KÍ hevur góð minni frá niðara vølli. Har vunnu teir meistaraheitið í 1972.


11. Tey stóru feløgini taka vanliga ikki atgongugjald til dystir hjá sínum eykaliðum. Klaksvíkingar kunnu tí sleppa ókeypis til nógvar av útidystunum.


12. Tapir KÍ, so hava fólk ein dag at koma fyri seg í, áðrenn tey aftur fara til arbeiðis mánamorgun.


13. Vinnur KÍ, so hava fólk ein dag at koma fyri seg í, áðrenn tey aftur fara til arbeiðis mánamorgun.


14. KÍ-kvinnurnar kunnu nú leggja sínar heimadystir sunnudagar klokkan 3.


15. Um KÍ vinnur 1. deild, so hava teir vunnið 1. deild líka ofta sum HB - 18 ferðir. HB hevur nevnliga vunnið formuladeildina eina ferð og vodafonedeildina eina ferð.


16. KÍ fer nú helst at vinna sínar dystir á Norðoyastevnu, á Summarfestivalinum og á Sjómannadegnum.


17. Tunnilsdagar eru vanliga leygardagar!!





Í Rangastrúpan



Gott nokk gevst hann á landsliðnum, men...

Seinasta uttanlandsferðin hjá Jákupi

Portalurin


Livdi ikki upp til navnið

Kim Dae Yong doyði 85 ára gamal

Portalurin


Hava teir roynt speglið?

Javnaðarflokkurin leitar eftir sær sjálvum

Sosialurin


Lívsfarligt

Gartnarin gongur høgt upp í trøini

Føroyskur dystur?

1-0: Nikolaj L. Eriksen, 17.

1-1: Nenad Saric, 29.

2-1: Nikolaj L. Eriksen, 50.

3-1: Morten Overgaard, 60.

4-1: Stig-Roar Søbstad, 68.

4-2: Balazs Sinko (br.), 88.

Portalurin