Arbeitt verður við at byggja eina handilsmiðstøð norðalaga í Miðvági. Økið, sum játtan er fingin um, liggur norðan fyri kirkjugarðin yvir av Føroya Keypssamtøku.
Ein av stigtakarunum, Heðin Poulsen á Vatnsoyra Snikkaravirki, sum saman við Odmari Ravnsfjall og Rólanti Haraldsen í Miðvági, arbeiðir við hugskotinum, sigur, at ætlanin er at savna handlar og skrivstovur, sum hava nógva avgreiðslu í hesi miðstøðini og á tann hátt kunna geva fólki so góða tænastu, sum til ber. Hugsað er eisini um at fáa serhandlar at húsast í bygninginum, soleiðis at hesir kunnu vera við til at draga fólk til oynna, sum hann tekur til.
Kunningarskriv eru send handilsfólki í Vágum fyri líkasum at lodda dýpið, siga fyrireikararnir. Og afturmeldingarnar tykjast sum heild positivar. Hetta hugskotið at fara til Miðvágs er ikki tað fyrsta av hesum slagnum. Fyrr hevur verið roynt at sleppa nærindis flogvøllinum við einum slíkum bygningi, men tað tóktist ov tungt at koma ígjøgnum, tí og nógvir »instansir« vóru at fara ígjøgnum har. Nú tykist líkasum lættari at koma í gongd, og tilsøgn um lendi er fingin frá Miðvágs Kommunu, sigur Heðin Poulsen, sum vegna Vatnsoyra Snikkaravirki er við í ætlanini.
Heðin Poulsen sigur,at fyrireikararnir halda, at handilslívið í Vágum hevur gott av eini slíkari ætlan, tí sum er, liggja handlarnir sera spjaddir kring í oynni.