Fuglakrím
- Vit eiga at fáa reglar fyri, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til fuglakrím.
Tað heldur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Hann sigur, at á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru tey í ferð við at fyrireika seg til fuglakrím í Føroyum.
Eitt nú eru tey farin at fyrireika seg til, hvussu tey skulu leggja sýnistøkur til rættis, samstundis sum tey eru í ferð við at útvega útgerð og tól og at fyrireika seg til, hvussu tey skulu vegleiða fólki.
Nærkast Føroyum
Fuglakrím er við at nærkast Føroyum av álvara. Sjúkan er nú staðfest í fleiri londum í Evropa og beint nú er hon eisini staðfest á norðurtýsku oynni, Rugen, í Eystrasalti. Har er fuglakrím nú staðfest í deyðum svanum.
Danskir fuglafrøðingar siga, at í veruleikanum merkir hetta, at fuglakrím er eisini komið til Danmarkar, tí svanarnir á Rugen halda eisini til á suðurdonsku oyggjunum har um leiðir, eitt nú á Møn.
Av tí sama eru danskir myndugleikar árvaknir og fyri at binda um heilan fingur, fara teir nú at seta forboð fyri at at halda flogfenað uttandura.
Teir sita í hesi løtu og skriva eina kunngerð um tað og hon verður lýst um nakrar dagar, vistu tíðindini hjá danska sjónvarpinum at siga í morgun.
Tað, sum danir ikki rættiliga hava gjørt sær greitt, er, um talan skal vera um fullkomið bann fyri at halda flogfenað uttandura, so at tað eisini kemur at raka tey húsarhald, sum hava nakrar hønur gangandi í túninum, ella um bannið bara skal raka garðarnar, sum hava flogfenað til vinnuveg.
Endamálið við einum slíkum bannið er at forða fyri, at villur fuglur kemur í samband við spakan flogfenað og smittar tann vegin.
Kortini gera serfrøðingar eisini vart við, at enn eru ongi fólk smittað av villfugli, tí øll, sum hava fingið sjúkuna higartil, eru smittað av fugli í gørðum við flogfenaði, eitt nú í hønugørðum.
Samstundis er ein ringur lagdur rundanum smittaðu økini í Týsklandi í eini roynd at forða fyri, at smittan breiðir seg.
Fyrireika seg í Føroyum
Eisini í Føroyum fyrireika vit okkum til at taka ímóti fuglakrími.
Enn er talan um eina djórasjúku og tískil eru tað tað djóralækna myndugleikarnar, sum hava myndugleikan á økinum.
Men bæði Bjørn Harlou, landsdjóralækni og Peter Østergaard, djórlækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru burturstaddir.
Men Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at eisini føroyinga fyrireika seg til at taka ímóti fuglakrími.
Men hann saknar eina kunngerð, sum sigur, hvussu vit skulu bera okkum at.
- Tað hevði verið best at sett eina kunngerð í gildið í Føroyum, sum segði, hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Eitt nú hevði verið best at sett forboð fyri at hava flogfenað uttanlands.
Spurningurin er so, um eitt slíkt forboð eisini skal umfata tey, sum hava flogfenað til húsbrúk, ella um tað bara skal umfata tey, sum hava flogfenað til vinnuveg.
Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við eini føroyskari kunngerð um fuglakrím og hann vónar, at hon verður sett í gildið, tá ið hon verður liðug, tí tað besta er at hava greiðar reglar at halda seg til, sigur hann.
Fyri at fáa arbeiðið skjótt frá hondini, mælir hann til, at føroyingar bara gera eina stutta kunngerð, sum stutt og greitt sigur, at vit skulu fylgja leiðreglunum í ES.
Tað heldur hann er einasti máti hjá føroyingum at fylgja við og at koma skjótt í gongd fyri tað fyribyrgjandi arbeiði.
So kunnu teir partarnir av ES kunngerðunum, sum hava týdning fyri Føroyar, setast í gildið her.
- At týða allar ES- kunngerðir til føroyskt, er stórarbeiði, tí tær eru so drúgvar og harafturat broytast tær alla tíðina, so hvørt sum støðan við fuglakrími broytist.
Annars sigur Bárður Enni, at nakrir fuglar eru kannaðir í Føroyum. Tað hevur hent seg, at fólk hava funnið deyðan fugl og so hava tey boðað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá og í summum førum er fuglurin kannaður.
-Men enn er onki staðfest í fugli í Føroyum.
Eru ikki nóg væl fyrireikað
Bárður Enni ásannar kortini, at enn kann ikki sigast, at vit eru komin á mál við eini føroyskari tilbúgvingarætlan í sambandi við fuglakrím.
- Higartil hevur arbeiðið ikki verið so miðvíast og tí kunnu vit seta stórt spurnartekin við, hvussu væl fyrireikað vit eru, sum støðan er nú.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt, at allir partar, sum hava við hesi viðurskifti í Føroyum, seta seg saman at viðgerða støðuna.
- Tað eru rættiliga nógv og umfatandi viðurskift at taka støðu til. Eitt nú skulu vit taka støðu til eina tilbúgvingarskipan. Tað merkir, hvussu vit skulu bera okkum at, verður fuglakrím staðfest her. Í hesum liggur eisini, hvussu vit skulu bera okkum at við at avtaka fugl, tá ið fuglakrím er staðfest, og, hvussu slíkur fuglur skal savnast saman og fyribeinast. Tað merkir, at starvsfólk skulu fyrireikast og posar og onnur útgerð, eisini kanningartól, skulu útvegast. Somuleiðis má støða takast til, hvussu starvsfólkið, sum skal handfara fuglin, verður vart við búnum og á annan hátt.
- Vit skulu eisini taka støðu til eina yvirvøkuskipan. Tað vil siga, at vit skulu taka støðu til, hvussu vit bera okkum at, tá ið fólk koma fram á deyðan fugl og um vit skulu undir skipaðar kanningar av fugli, sum verður funnin deyður í nattúruni.
Somuleiðis skulu vit hava leiðreglar fyri, nær tað er rætt at kanna deyðar fuglar, sum vit fáa fráboðan um.
Og vit skulu eisini taka støðu til, um vit sleppa eftir nátungum í heyst og um hovbingar skulu sleppa at hava gæs í haganum í ár. Og sleppa vit at skjóta skarv og lomviga í vetur og sleppa vit at fleyga lunda í summar.
- Tað eru sera umfatandi spurningar at taka støðu til, sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Annars hevur fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verið uttanlands á skeið í sambandi við fuglakrím.