Í hesum døgum er eitt føroyskt ferðalag í Alpunum og fyrireikar seg til at klintra seinastu metrarnar upp á hægsta fjall í Vestureuropa, Mont Blanc.
Millum teirra er Rani Nolsøe, og hann sigur, at tey nýta nógva tíð at fyrireika seg.
Vit venja okkum við alla klintriútgerðina, sum vit skulu nýta á seinasta teininum upp á tindin, tað verið seg íhakkara og teir serligu klintiskógvarnar, ið nýttir verða, sigur Rani Nolsøe.
Sky News veit annars at siga, at tveir bretar duttu í deyðan skamt haðani, sum teir føroysku klintrararnir skulu upp á tindin, men tað hevði froyska ferðalagið einki hoyrt um.
- Vit hava heilar tríggjar ferðaleiðarar, ein fyri hvørjar tríggjar okkara, og vit fylgja væl við veðrinum. Trygdin er eisini í topp, og verður veðrið til vildar verður túrurin gjørdur upp á tindin, verður veðrið ikki til vildar, hava vit havt nakrar fantastiskar dagar her í Sveits og í Fraklandi, sigur Rani Nolsøe.
Tey níggju í ferðalagnum umframt Rana Nolsøe eru: Sjúrður Skaale, Guðrun Eysturlíð, Hanus Fríðrikkur Joensen, Djóni Kunoy, Regin Reinert, Jóan Hendrik Andreasen, Arni Vatnhamar og so danin, Lars Monrad Jensen.