Fyrireikandi málundirvísing

Tað frættist íðiliga frá (skjalváttaðum) royndum, har næmingar í staðin fyri ávís kravd fremmandamál fyrstu tíðina av skeiðinum heldur læra esperanto og síðan tað kravda fremmandamálið (t.e. harvið læra fremmandamálið styttri tíð enn javnlíkar teirra). Við skúlalok duga tá esperantonæmingarnir sum heild fremmandamálið betur enn hinir, tó at teir hava lært tað í styttri tíð.

 

Hetta kann í fyrsta umfari tykja løgið, men er ikki so løgið kortini: Í esperanto fæst ein einføld, men gjøllig fatan av almennum málbygnaði (mállæru) og av somu orðlutum, ið ganga aftur í ymiskum málum, og sum onnur við stríð og strev lutvíst læra við at lesa latín (og grikskt). Henda málsliga fatan gongur aftur, tá ið fremmandamálini skulu lærast. Tá fatar næmingurin samanhangið millum 'par-at', 'ap-parat' 'pre-parat', 'prepar-ant', millum 'de-pend', 'kom-pend-ium', 'ap-pend-iks' og 'pend-ul' og annað slíkt.

Við eyðsædda skilvísa bygnaðinum í esperanto lærir tú eisini at geva tær far um bygnaðin í tínum egna móðurmáli eins og í fremmandamálum.


Í 1992 kom út í Rotterdam á enskum, esperanto og fronskum ein bóklingur um royndirnar við, hvat virði ið esperanto hevur í fyrireikandi málundirvísing, Edward Symoens: Al nova internacia lingvopolitiko: La propedeutika valoro de Esperanto. William Hansen ummælti tað í danska tíðarritinum Esperanto-nyt 2/1999, her stutt endurgivið:

Kunnað verður um 15 royndir millum 1918 og 1988. Helmingin av royndunum hava vísindafólk gjørt, ella tær eru skipaðar undir stjórnar-eftirliti. Hinar royndirnar vóru eisini undir hampiligum eftirliti.

Í 6 av royndunum varð borið saman við tað at læra onnur mál, og alt eftir, hvussu torfør hini málini vóru, var esperanto upp í 15 ferðir lættari at læra enn tey.

10 av royndunum vóru m.a. at kanna, hvat virði ið esperanto hevur í fyrireikandi málundirvísing, vanliga soleiðis, at ein flokkur lærdi esperanto, meðan ein annar flokkur byrjaði vanliga fremmandamáls-undirvísing, t.d. í fronskum; næsta ár byrjar so esperantoflokkurin við fronskum. Eftir 3 árum verður borið saman, hvat báðir flokkarnir duga í sama fremmandamálinum, sum esperantoflokkurin sostatt bert hevur havt í 2 ár.

Týðiligt var, at teir næmingar, ið fyrst hava lært esperanto, hava lættari við at læra onnur fremmandamál, og harafturat varð greitt, at esperantonæmingarnir eftir bert 2-3 árum t.d. í fronskum dugdu betur enn hinir, sum høvdu havt franskt í 3-4 ár.

Við tí einfalda bygnaðinum í esperanto er lætt at ogna sær grundleggjandi almenna mállæru; skjót og góð úrslit og so tað, longu eftir fáum mánaðum at byrja brævaskifti við onnur børn úti í heimi, alt virkar tilelvandi.