Fyrireikingarnar fluttar í høvuðsstaðin

Úr Norðoyggjum og Eysturkommunu er tað longu støðugur streymur suður í høvuðsstaðin

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ og Víkingur bresta saman í finaluni um løgmanssteypið.

Tað er longu nógv ferðsla á Tórsvølli, har finalur í yngru deildunum verða spældar fyrrapartin og út á seinnapartin.

Stóra brakið verður klokkan 18. Í Klaksvík og Norðoyggjum og í Leirvík og Gøtu hevur tað alla vikuna verið kynt uppundir finaluna. Tað hevur verið smíðað, seymað, bundið, málað, skrivað og tosað, og tað er lagt upp til, at hýrurin verður av sovornum slagi kring Tórsvøll í kvøld, sum tað neyvan hevur verið áður, tá ið tvey føroysk lið hava dystast.

Atgongumerkini eru av álvara farin at ganga undan. Í gjárkvøldið vóru umleið fimm hundrað atgongumerki eftir. Harvið vera tað fleiri áskoðarar í kvøld, enn tað nakrantíð áður hava verið til ein fótbóltsdyst millum tvey føroysk feløg.

 

At tað eru steypafinalur í dag, og at tað í kvøld verður finala um løgmanssteypið millum tey bæði bestu liðini í føroysku landskappingini kennist longu í høvuðsstaðnum, og fram eftir degnum verður alt meiri at síggja og hoyrast um og frá finaluni.

Bilarnir suður í høvuðsstaðin er longu nógvir. Seinnapartin fara fleiri bussar úr Eysturkommunu og suður. Smyril er leigaður at flyta KÍ viðhaldsfólk úr Klaksvík og suður og norður aftur eftir dystin. Smyril leggur at á Kósabrúnni klokkan 13.15, og hann loysir aftur klokkan 14.00. Ein stóran tíma seinni verður lagt at í høvuðsstaðnum, og so fer stóri fjøldin – fleiri enn níggju hundrað áskoðarar – til gongu niðan í Gundadal!