Sum liður í Heildaspsykiatriætlanini 2002, verður nýggj deild sett á stovn undir Heimarøktini og Serforsorgini, við heitinum Fyrisitingardeildin fyri sinnisveik.
Kjarnuveitanin hjá nýggju deildini verður at bjóða virknis- og bústaðartilboð til sinnisveik, og verður høvuðsuppgávan at bjóða hesi tilboð til búfólk og viðskiftafólk innan sjúkrahúspsykiatriina, umframt til sinnisveik, ið búgva í egnum heimi.
Stovnsetanin av nýggju deildini kann metast sum ein viðurkenning av, at sinnisveik hava somu rættindi, sum øll onnur til at búleikast og virka í nærumhvørvinum. Harumframt er virksemið deildarinnar ein avgerðandi fyritreyt fyri, at tann parturin av Heildarpsykiatriætlanini 2002 sum snýr seg um menning av sjúkrahúspsykiatriini kann setast í verk.
Hilda Viderø úr Klaksvík er sett sum fakligur leiðari á deildini, og byrjar hon í starvinum
1. juni. Hilda er útbúgvin socialpedagogur og psykiatriskur røktari. Hon hevur arbeitt innan psykiatriina á Sankt Hans Hospital, hon hevur verið við til at byggja upp socialpsykiatrisk tilboð til sinnisveik í Botswana, og seinastu árini hevur hon verið leiðari á Umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík.
Heimarøktin og Serforsorgin ynskir nýggju deildini og leiðaranum góðan byr framyvir.