Fyrisitingarlógin er ógreið

Um hugt verður eftir kap. 2. í Fyristingarlógini, so er greitt at bæði Andras Mortensen, limur í setanarnevndini til landsantikvar og løgmaður, ið er mammubeiggi hansara, vóru/eru ógegnigir

Kap. 2. Ógegni.
§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at
1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga,
2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga,
3) viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum,
4) málið viðvíkur kæru um ella innan av eftiransingar- ella eftir-litsvirksemi mótvegis einum øðrum almennum myndugleika, og við-komandi fyrr hevur verið við í tí avgerðini ella til at fremja ta atgerð, sum málið viðvíkur, ella
5) tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.

Hetta er sera tyngjandi fyri einmæltu innstillingina hjá setanarnevndini og løgmann Anfinn Kallsberg, ið áðrenn setanina blandaði seg uppí málið og nú, persónliga, hevur sett seg til kanningarstjóra av málsviðgerini.
Fyri undirritaða er tað uttan týdning, hvør perónurin er, ið er landsantikvarur, men tað hevur týdn-ing, at tann, ið fær eitt slíkt starv, er tann við besta førleikanum.