Olaf í Garði Joensen
Pt. Løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin
???
Av tí at eg varð ov seinur at seta fyrispurningin í løgtinginum 13 Apríl 2005, loyvið eg mær at seta spurningin alment í bløðunum.
Í samband við at alt fleiri kommunur hava ætlannir um at vetrarfriða býir/ bygdir, vita vit at yvirliggjandi hagið missir vetrarbitið. Kommunan rindar so fyri mist vetrarbit. Men tað sum er undranarsamt, er, at yvirliggjandi hagi ikki fær peningin fyri lendiið, ið verður vetrarfriða, men í staðin verða pengarnir fluttir á konto hjá Búnaðargrunninum.. Hettar førir so tað við sær, at tey sum eiga lendið, ið verður friðað, ikki uttan víðari ganga við til vetrarfriðing.
Spurningur 1.
Kann hagið, sum missir vetrarbit, søkja um at fáa peningin aftur frá Búnaðargrunninum? Um ja, so undir hvørjum treytum?
Spurningur 2.
Kann hagið sum eigur pening á bók, eisini søkja?
Fari til seinast, at heita á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í búnaðarmálum, um at broyta lógina um vetrarfriðing soleiðis, at tað kemur at vera tann hagin, sum missir vetrarbitið, ið fær peningin.