37 tíma arbeiðsvikan er ein innbilling. Vit arbeiða als ikki bert 37 tímar um vikuna, nei nú arbeiða vit meir, enn vit nakarantíð hava gjørt. Og danir arbeiða enntá meir, enn fólk gera í flest øðrum londum, greiðir rithøvundurin og leiðsluráðgevin Christian Ørsted frá í metsølu bók síni »Lívshættislig leiðsla«.
– Vit eru tað landið í heiminum við størstu arbeiðsmotivatión. Hetta er mált eftir, um vit vildu hildið áfram at arbeitt, líkamikið um vit høvdu tørv á pengum, sigur hann.
Tølini tala fyri seg. Kanning, sum Gallup hevur gjørt, vísti at 60 prosent av dønum hava kent seg strongdar seinasta árið. Talið var á 78 prosentum hjá teimum, sum eru undir 35 ár. Hvønn dag eru fleiri enn 35.000 danir sjúkrameldaðir við strongd vegna arbeiði, og hvørt ár doyggja 1400 danir av strongd. Frá 1994 til 2003 hækkaði nýtslan av anti-depressivum heilivági við 495 prosentum. Sambært danska heilivágsráðnum vóru 24.000 danir í viðgerð við angistlinnandi heilivági og 300.000 í viðgerð við svøvnheilivági.
Christian Ørsted greiðir frá, at fyri 100 árum síðani, svóvu vit í miðal tveir tímar meir um náttina, enn vit gera í dag. Og tá leitaðu arbeiðsgevarar sær eftir serkønari hjálp, fyri at fáa arbeiðsfólkið at arbeiða harðari.
– Nú strevast vit , sum ongantíð fyrr, og vit hava enntá ringa samvitsku um, at vit gera ov lítið. Tað er ein andsøgn, tí danir eru eisini á listanum yvir glaðasta fólkaslag í heiminum. Vit verða glað, tá vit fáa frá hondini og fáa góð úrslit, sigur hann.
Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti hava vit stórt tema um tað at brenna út. Har kann øll hendan greinin millum annað eisini lesast. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her