Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevði herfyri eina greinarøð í Sosialinum við ikki færri enn 3 dupultsíðum, sum var ein long skotriða av ósakligum álopum á føroyska sjúkrahúsverkið, serstakliga Landssjúkrahúsið, sum hann við følskum ákærum legði undir at søpla skattaborgarans pengar burtur, uttan at vit fingu nakað afturfyri.
Høvuðsboðskapurin hjá Jákupi Petersen, yvirlækna var, at sjúkrahúsverkið á hvørjum ári søplar hundraðtals milliónir burtur, og at hækkingarnar av játtini til Landssjúkrahúsið eru burturspiltir pengar – tað er sum at blaka pengar út gjøgnum vindeyga, segði yvirlæknin.
Oman á tað heila tømdi yvirlæknin so byrsuna í føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, men tað hevur leiðarin har, Anna Maria Durhuus, tikið sær væl og virðiliga av.
Sjálvsagt kundi eg ikki lata hetta grova álopið á føroyska sjúkrahúsverkið standa ósvarað, tí eg havi jú ovastu politisku ábyrgdina av tí. Tí vísti eg eisini á í eini grein, at ákærirnar hjá Jákup Petersen, yvirlækna, vóru falskar, tí tær bygdu á eitt skeivt og ósakligt grundarlag.
Nú gevur yvirlæknin ilt av sær, og fer heilt í offur-rolluna. Yvirlæknin gremur seg um, at nú fer landstýrismaðurin ”uttan um sjúkrahússtjóran og leypir beinleiðis á eitt starvsfólk undir honum við hóttandi tónalagi og alment boð um munnkurv”. Serliga eru tað orðini, sum Sosialurin setti oman fyri samrøðuna, sum blaðmaður hevði við meg um greinina, og har sama yvirskrift, verður sett sum gloypibiti á forsíðuna: ”Hans Pauli Strøm: framferðin hjá yvirlæknanum má steðgast”. Hetta er ikki tað, sum eg havi skrivað ella sagt, men ein redaktionel yvirtulking, sum tey á Sosialinum hava gjørt. Hesa eigi eg ongan lut í.
Í samrøðuni við blaðmannin legði eg tvørturímóti júst stóran dent á, at mítt aftursvar til Jákup Petersen hvørki var ein munnkurv ella nøkur hóttan. Tað kann blaðmaðurin eisini vátta, tí hann endurgevur meg rætt, tá hann siterar meg í somu samrøðu:
”Hann (Hans Pauli Strøm) viðurkennir, at øll hava rætt at gera vart við seg, tá ið viðurskifti ikki eru í lagi. Hetta er ikki ein roynd at múlabinda yvirlæknan, men vit mugu seta ávís krøv til tær atfinningar, sum verða settar fram. Og minsta kravið má vera, at tað er hald í atfinningunum, og at atfinningarnar eru sakligar, sum verða førdar fram. Men tað er tað ikki í hesum føri. Hans Pauli Strøm staðfestir, at hetta kann ikki halda fram. Hetta er ikki ein hóttan, tað kann einhvør tulka sum tey vilja, men hetta kunnu vit ikki finna okkum í.”
Í sínum aftursvari fer Jákup Petersen enn einaferð eftur hagtølunum, og roynir at bagatellisera sínar grovu feilir við m.a. at skriva: ”Í fyrstu talvuni er ikki so stórur munur á teimum tølum, sum landsstýrismaðurin og eg hava sett fram.” Hetta er púra burturvið at skriva, tí tað er júst tey skeivu tølini hjá Jákupi um miðal útreiðsluna í Føroyum og í Danmark, sum er sjálvt grundarlagið fyri hansara pástandi um at føroyska sjúkrahúsverkið søplar hundraðtals miljónir burtur.
Jákup Petersen ger eisini enn einaferð nógv burtur úr uppgerðini, um hvussu nógv sjúkrahús eru í ymiskum londum. Hann vísir til tøl frá danska heilsumálaráðharranum, sum aftur hevur síni tøl frá WHO. Men ein og hvør kann siga sær sjálvum – ein og hvør – at her ruggar ikki rætt, tá talvan hjá Jákupi vísir, at í t.d. í Finlandi eru 7,5 sjúkrahús pr. 1000 íbúgvar, í Íslandi 8,2 men í Svøríki bert 1,0. Sjálvandi eru hetta tøl sum eru burturvið at seta við síðuna av hvørjum øðrum, tí innihaldið er ikki tað sama frá einum landið til annað. Orsøkin er tann einfalda, so sum tað verður sagt í Nordic Statistical Yearbook, at skal man samanbera tølini, so skal man bara taka reglulig sjúkrahús við, og ikki tað stóra talið av sonevndum ”helsovårdcentraler” ella heilsumiðstøðum, sum ikki eru sjúkrahús. Júst í Finnlandi eru eini 260 av hesum slagnum og í Íslandi meir enn 20, og tá alt tað eisini verður tikið við í teirra tølum, verða tølini sjálvsagt nógvar ferðir hægri enn t.d. í Svøríki og Danmark, har bert er roknað við regluligum sjúkrahúsum. Talvan hjá Jákupi Petersen er tí meira villeiðandi enn nakað annað. Men tað ber kortini til at seta beinari tøl upp, sum byggja á upplýsingar, ið beinleiðis kunnu samanberast frá einum landi annað. Tað er tað sum er gjørt í talvuni frá Nordic Statistical Yearbook, sum eg vísti til í mínari grein. Eftir henni eru tað so 80 sjúkrahús í Svøríki, 53 í Danmark, 72 í Finnlandi, 3 í Íslandi og 3 í Føroyum.
At enda: eg haldi tað er bæði sunt og gagnligt, at starvsfólk í okkara heilsuverki, tað veri seg yvirlæknar ella onnur, geva sær stundir til, sum Jákup Petersen sigur: ”av og á at rætta sær ryggin og byrja eitt alment orðaskifti” um ymisk viðurskifti, av fakligum og heilsupolitiskum slag ella annað, sum liggur teimum á hjarta – sum hann sigur, kann ”lyfta verkið enn hægri upp”. Tað gera vit framhaldandi best í einum sakligum og konstruktivum anda.