Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerking frá stjórunum í Den Danske Bank.
Bjørn á Heygum, talsmaður fyri tingbólkarnir í hesum máli, sigur við Sosialin, at hetta er mál, sum danska stjórnin og Den Danske Bank eiga.
- Nú er tað upp til donsku stjórnina, hvønn teir halda verða mótpartur í hesum máli.
- Heldur danska stjórnin at Den Danske Bank hevur lumpað teir, eiga teir at stevna bankanum, men um hetta er sannlíkt, vil Bjørn á Heygum ikki svara.
Arbeiðið við upplegginum hjá føroyingum heldur fram sum ætlað. Tað verður sent dosnku stjórnini sum skjótast, men enn er óvist nær tað verður. Bert løgmaður veit, og hann var ikki at hitta í gjár.
Eftir hvat skilst, so hevur Landsstýrið, danska stjórnin og Fíggingargrunnurin játtað at leingja fyrningarfreistina, men tað vil Den Danske Bank ikki.
Verður bankin ikki stevndur fyri at hava borið seg skeivt at í partabrævaumbýtinum, fellur málið burtur, og føroyingar fáa einki endurgjald haðani.
Ætlanin var annars, at krevja umleið 1,5 miá. krónur í endurgjaldi..