Eru teir nevndir, eru teir kendir. Tinganest spældu ein lívliga konsert við øllum sínum slagarum í Flags tjaldinum fyrr í kvøld.
Festivaløkið var einans fylt við børnum og ungum. Tey tilkomnu vóru ikki at síggja. Nokk tí tey vóru so at siga øll uppi í tjaldinum, har Tinganest framførdi.
'Fyrr sang hon sangir um kerligheit og um erotik yvirhøvur...' Jú, tann stóra fjøldin sang við av øllum hjarta, meðan summi tóku undir arm og vaggaðu í takt við sangin.
Óneyðugt er at siga, at lagið var avbera gott til løttu og stuttligu konsertina í tjaldinum, sum kanska mest vendi sær til tað tilkomna ættarliðið.
Síggj her myndir frá konsertini við Tinganest.